- Eg haldi, at eg sá dystin beinleiðis í sjónvarpi, men eg veit tað ikki við vissu. Men sjálvandi vita øll, hvat sipað verður til, tá sagt verður Landskrona og 1990. Men eg veit ikki, um vit fáa brúkt tað til nakað serligt í dag. Persónliga vildi eg heldur havt Ongland ella okkurt av tí slagnum í okkara potti. Fyri mítt viðkomandi er 1990 bara ein partur av føroyskari fótbóltssøga, hóast tað sjálvandi var eitt fantastiskt úrslit, sigur Arnbjørn T. Hansen.










