Ein partur av lodnuni til matna

- Hugsandi er, at ein avtala við Ísland um lodnuna fer at merkja, at vit í fyrstu syfti sleppa av veiða ein part av lodnuni til matna, men avtalan má eisini byggja á, at allar avmarkingar sum frá líður verða tiknar burtur, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Lodna

Eftir ferðina í Íslandi hjá føroyskum vinnulívi við løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, á odda, er staðfest, at íslendingar treyðugt vilja lata føroysk skip fiska lodnu undir Íslandi og landa veiðina til matna í Føroyum.
Sum skilst, eru tað íslendsku virkini, sum eru hart ímóti hesum, tí tey vænta, at føroyingar fara at trýsta marknaðin fyri lodnu til matna, sum serliga er í Japan.

Halda fram
Eins væl og íslendsku virkini helst vilja sleppa undan kapping úr Føroyum um lodnuna, vil føroyskt vinnulív fegið hava meira burtur úr hesum tilfeingi, sum gevur munandi meira, um lodnan verður landað til matna.
Nevnt hevur verið, at veiðivirðið av lodnu til matna er fleiri ferðir veiðivirðið av lodnu til ídnað.
Á ferðini í Íslandi hevði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fund við íslendska forsætisráðharran, Geir H. Haarde. Hetta var ikki samráðingarfundur, men fundur, har teir báðir royndu at koma eini loysn nærri.
Avtalað er, at samráðingar millum londini um lodnuna skulu halda fram.

Ein byrjan
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at málið hjá føroyingum er, at øll lodnan, sum føroyingar kunnu veiða undir Íslandi, skal kunna landast til matna – í Føroyum eins væl og í Íslandi.
- Eg vóni, at ein ávegis avtala um lodnuna kann fáast upp á pláss skjótast gjørligt. Hugsandi er, at vit í fyrstu syfti sleppa at veiða ein part av teimum knapt 30.000 tonsunum, vit hava undir Íslandi, til matna.Landsstýrismaðurin heldur tó ikki, at vit skulu helma í, fyrr enn øll lodnan, sum vit kunnu fiska undir Íslandi, kann landast til matna.
- Sum er, kunnu føroysku skipini hvørki landa veiðina til matna, ei heldur frysta hana umborð til matna. Hetta er ikki nóg gott, og vit halda ikki, at hesar avmarkingar eiga at vera í avtaluni millum londini.

Stórur áhugi
Bjørn Kalsø sigur, at stórur áhugi er í Føroyum fyri at landa lodnu til matna í Kollafirði, eins og reiðaríir hava áhuga í at frysta lodnu umborð.
- Tað er serliga eftir 15. februar, at ein partur av lodnuni er væl egnað til matframleiðslu, og soleiðis kann seljast fyri ein munandi betri prís enn lodnan, sum fer til ídnað.
Áhugin hjá føroyskum reiðaríum og virkjum at frysta lodnu úr íslendskum sjógvi til matna botnar ikki minst í, at tað er serliga í íslendskum sjógvi, at lodna hevur verið at fingið seinastu árini.
- Lodnustovnurin hevur sum heild verið illa fyri, og bæði í grønlendskum sjógvi og í Barentshavinum hevur lítið verið at fingið seinastu árini. Áður hava føroysk skip fiskað lodnu í Barensthavinum og hava landað hana til matna.
Føroyingar hava eisini fiskað lodnu í grønlendskum sjógvi, og tá hevur hetta verið sambært avtalu við ES.
Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur ikki verið nógv á sjónum, men hann hevur verið við til at fiskað lodnu til matna.
- Sjálvandi hava vit áhuga í at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum í føroyskum sjógvi – og teimum tonsum, vit kunnu fiska í avtalu við onnur lond. Hetta geldir eisini lodnuna, vit sleppa at fiska í íslendskum sjógvi.

Ikki strandaland
Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar hava ikki støðu sum strandaland, tá ið ræður um lodnustovnin.
- Vit kunnu ikki vísa á munandi lodnuveiði í føroyskum sjógvi, hóast ein partur av lodnuni í íslendskum sjógvi kemur nakað inn í føroyskan sjógv. Okkurt árið hava vit veitt eini 10.000 tons í føroyskum sjógvi. Hetta hendi eitt nú í 2002, haldi eg, tað var. Men hetta hevur verið undantakið. Sum heild, hevur higartil ikki borið til at havt lønandi lodnuveiði í føroyskum sjógvi, hóast skipini viðhvørt hava staðfest, at tey hava sæð nakað av lodnu.
Lodnan í íslendskum sjógvi kemur heilt inn móti landi, tá ið líður út í februar mánaða.- Vit kunnu veiða, har íslendsk skip veiða, eisini tá ið lodnan gongur heilt nær landi. Okkara skip hava tó bara loyvi at veiða við nót, meðan íslendski flotin eisini kann veiða við troli.
Bjørn Kalsø sigur, at íslenskar kanningar vísa, at trolið órógvar lodnuna, og tí umhugsa teir nú at seta forboð fyri trolveiði.
Í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Ísland, sum enn ikki er undirskrivað, gongur árið frá 1. januar til 1. januar, men viðvíkjandi lodnuni gongur árið frá 1. apríl til 1. apríl.
- Tað er tískil bara avtalan um lodnuna, sum er forskotin í mun til fiskiveiðiavtaluna annars, sigur Bjørn Kalsø.

Sum vit vilja
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at sjálvandi skulu vit føroyingar kunna gera vit fiskin, vit veiða undir Íslandi, sum vit vilja.
-Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu landa lodnuna til ídnað, tá skip og virkir kunnu fáa meira burtur úr við, at fiskurin verður landaður til matna.
Hann heldur, at nú ein liberal handilsavtala er sett í verk millum londini, eigur henda forðingin avgjørt at takast burtur.
- Tað hevði sjálvandi verið ein bati, um ein partur av teimum sløku 30.000 tonsunum av lodnu, kundu farið til matna, men málið er avgjørt, at hesar forðingar verða tiknar burtur skjótast gjørligt, sigur Bjørn Kalsø, sum væntar, at samráðingar verða millum londini um lodnuna í næstum.