Ein pólskur trolari í havsneyð

MRCC-støðin í Tórshavn brynjar seg til at fara ígongd við virksemið hjá sær 1. apríl. Mikudagin var ein venjing á skránni. Ein pólskur trolari var komin í havsneyð, og øll segl vórðu sett til


Bjarging

Hurðin skuldi latast upp innanifrá. Beinanvegin fekst tú eina kenslu av, at her skuldi trygdin metast høgt á gomlu telegrafstøðini. Eftir einari gongd stóðu nøkur fólk. Við endan av gongini var eitt rúm til høgru, sum skuldi vísa seg at vera hjartað í operatiónini. Ein operatión, sum snýr seg um bjarging og MRCC. Talan var um eitt stórt ljóst rúm, sum í veruleikanum er tvey rúm; býtt í tvey av einum stórum glas veggi. Á vegginum í rúminum vóru ymsar talvur. Ein talgild og aðrar vanligar talvur, har skrivað má við penni. Á talvunum standa allir teir upplýsingar, ið tørvur er á, meðan bjargingin fer fram. Tað eru nógv ting og nógv fólk, ið skulu virka saman og virka væl.
Tað er nevniliga vorðin tíð til at royna Sjóbjargingarstøðina MRCC. Ein pólskur trolari er komin í havsneyð í Nólsoyarfirði, og nú skal alt bara rigga. Tveir bretar halda eyguni við luttakarunum, men leiðslan og manningin er føroysk ella úr Føroyum. Løgreglan, MRCC, Færøernes Kommando eru bert nakrir av teimum stovnunum, sum skulu í gongd, og tað er nógv at gera. Øll hava sína uppgávu. Bretarnir báðir eru væl nøgdir við framstigini hjá føroysku bjargingarfólkunum, men fleiri framstig skulu enn gerast. Nógv er at taka sær av. Skúlagarðurin í Nólsoy skal m.a. ruddast, soleiðis at tyrlan kann lenda har.
Djóni Weihe leiðari fyri MRCC hyggur at, og hann letur væl at. Alt skal venjast, og so skal eftirmeting gerast aftaná.