Ein ordans ?risi?

Tað eru helst fleiri ár, síðan ein so stórur kalvi seinast er landaður í Vestmanna, og umborð á Vesturbúgvanum vita teir seg ikki at hava fingið ein so stóran kalva áður Hesin kalvin smæðist ikki burtur millum aðrar stórar kalvar, sum veiddir eru undir Føroyum.

Tað var ísfiskatrolarin Vesturbúgvin, sum fekk henda kalvan í trolið á seinasta túri. Hann var heilar 272 cm. langur og vigaði 440 pund!

Ein ordans fiskur, má sigast.

Jónálvur Andreasen, sum hevur arbeitt á fiskavirkinum í Vestmanna í samfull 30 ár, heldur, at hetta er ein tann størsti kalvin, sum er landaður í Vestmanna í longri tíð.

Umborð á Vesturbúgvanum minnast teir seg ikki at hava fingið ein so stóran kalva áður.

Ísfiskatrolarin landaði annars 170.000 pund av upsa í Vestmanna í gjár.