Bethuel Johannesen, sum er á Flemish Kap við frystulínuskipinum Klakki, hevur lagt út myndir og filmsbrot á Facebook-síðuna við navninum, Flemish Cap siglarar.
Tann eina myndin er tikin í 1969 umborð á Jógvani S, og onnur mynd og filmsbrot eru tikin umborð á Klakki, nú teir eru á Femish Kap.
Tað sermerkta við myndunum er, at tær eru tiknar á Flemish Kap við 50 árum ímillum, og maðurin á myndunum og filmsbrotinum er hin sami, nevniliga Jørgin Ragnarsson úr Klaksvík, sum nú er á Flemish Kap umborð Klakki.
- 50 ár ímillum og still going strong, sum Bethuel Johannesen tekur til.
Ein fylgjari á tráðnum, Poul Jan Niclasen, viðmerkir, at tað eru ikki nógvir mans, sum hava verið á Flemish Kap bæði í 1969 og í 2019.
- Óførur, Jørgin. Vit sigldu saman við Sigurfarinum, skrivar Poul Jan Niclasen.
Ein annar fylgjari, Markus í Nornastovu, skrivar soleiðis á Facebook-síðuni - Flemish Cap siglarar - um Jørgin Ragnarsson:
- Ja, hatta er ein ordans pressari. Vit vóru saman við Sigurfarinum yviri á Flemish Kap og Labrador heysttúrin í 1983, og hann hongur í enn, eru orðini hjá Markusi í Nornastovu.