Fert tú á ólavsøku?
- Tað eru nøkur ár liðin, síðan eg var á ólavsøku seinast, men kanska tað verður til ein ella tveir túrar í ár.
Tað sigur Edmund Williamson, sum býr í Lamba.
- Jú, eg ivist í at koyra onkran túrin suður á ólavsøku hesaferð - og so verður tað mest fyri at vitja mammu mína, sum býr í Havn.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta við ólavsøkuni er, at tá er møguleiki at hitta fólk, tú annars sjáldan sær.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Tað, sum kundi verið øðrvísi, er, at minni var at síggja til rúsdrekka og rúsevni, serliga millum tey heilt ungu, heldur Edmund Williamson.