Ein ógloymandi sjón

- Tað, sum skal gloymast í 2014, er longu gloymt, sigur løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen.

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- Árið 2014 hevur verið eitt sera gott ár hjá mær, bæði persónliga og politiskt. Knappliga vendist gongdin í samfelagnum, og flestu pílar fóru at peika uppeftir. Arbeiðsloysið minkaði, fólkafráflyting vendist til tilflyting, ósemjan um sild og makrel vendist til samstarv, og harvið vórðu handilsforðingarnar hjá ES tiknar burtur. Eg fegnist eisini um, at helvtin av el-framleiðsluni nú kemur frá varandi orkukeldum. Jú, árið 2014 hevur í nógvar mátar verið eitt sera gott ár við góðum úrslitum.

 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.

 

Men, hvat minnist Helgi so best frá 2014?

 

Tað, sum eg fari at minnast best frá hesum árinum, verður millum annað kenslan, tá eg í august stóð niðan fyri húsini og hugdi, meðan ein risastórur boripallur fór siglandi inn eftir fjørðinum. Tann sjónin var somikið langt frá tí, sum vit vanliga uppliva, at hon fer heilt sikkurt at sita føst í minninum.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

Tað var í mai, tá vit høvdu nakrar sera góðar dagar í samband við, at dóttir okkara bleiv gift. Eisini bleiv eg í árinum liðugur við útbúgvingina, sum eg havi droymt um í nógv ár. Tað, at summarið var so fram úr gott, setti eisini sín ljósa dám á árið.

 

Hvat vilt tú helst gloyma í 2014?

 

- Eg kann ikki koma í tankar um nakað, sum eg kundi hugsað mær at gloymt - ella sagt við øðrum orðum: Tað, sum skal gloymast, er longu gloymt.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?

 

- 2015 verður uttan iva eitt sera spennandi ár. Vit skulu í vár gera fíggjarkarmar fyri 2016, tá málið er, at undirskotið á fíggjarlógini skal verða burtur. Eisini verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at ganga við arbeiðnum at nýskipa pensjóns- og fiskivinnuøkið. Vit skulu eisini hava bæði fólkatings- og løgtingsval í 2015, og har ynski eg sjálvsagt, at úrslitið verður gott fyri Føroya fólk, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.