Verandi støða merkir, at ein atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum er ein atkvøða fyri Fólkaflokspolitikki tá tað kemur til arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Vit kunnu bara hyggja at pensiónsmálinum. Hetta er stak harmiligt, tá hugsað verður um, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava søguligani sæð verið teir føroysku flokkarnir við tættast tilknýti til fakfeløgini.
Eg vil staðiligani heita á fakfeløg og vinnulív um at umhugsa sína støðu sera gjølla uppundir hettar fólkatingsvalið. Fakfeløg, vinnulív og ikki minst handilslív hava felags áhugamál í hesum málinum. Tað er naivt at halda, at ein búskaparligur niðurskurður á fíggjarlógini ikki fer at ávirka forbrúkið í samfelagnum. Verðin er í einum búskaparligum aldudali, og løgið skuldi verið, um hetta ikki eisini rakti Føroyar.
Alivinnan er í trupulleikum, rækjuflotin koyrir tungt og kostnaðurin av at umsita hettar landið er ov høgur. Óansæð hvussu leikur fer, so eru nýggjar vinnur, sosum oljuvinna, í besta føri framtíðarmusikkur. Hetta er ikki nøkur dómadagsprædika, men bert ein áminning um at skalka lúkurnar í føroyska búskapinum og ikki trúgva uppá, at trøini veksa inn í himmalin.
Menn vóru eftir mínum tykki í so grammir at skerja blokkin herfyri, tí hendan skerjing kann lætliga føra skattahækking og harvið minni peningaumfar í samfelagnum við teimum avleiðingum tað hevur.
Vit mugu ikki enda í einari støðu, har vit ikki hava ráð til vælferðarsamfelagið, tí menn lupu í óðum verki, uttan at hyggja at búskaparliga barometrinum og ikki minst uttan at lurta eftir fakfeløgunum. Javnaðarflokkurin vil virka fyri at lurta og gera semjur. Ein og hvør kann skapa ósemjur - ein semja krevur sín mann!