Eilif Samuelsen
Hetta tykist at verða høvuðsyvirskriftin yvir politiska lívinum hjá Heðini Mortensen. Í eini drúgvari grein í Sosialinum um dagarnar ger Heðin Mortensen rættiliga burtur úr sær og prógvar við einum dømi fyri og øðrum eftir, at alt hansara strev á politiska og almenna víðvøllinum hevur gingið út uppá at hevja sín egna persón so høgt upp á tignarstigan sum gjørligt.
Vit sum hava virkað á somu víðvøllum hava tíðum upplivað, at Heðin Mortensen so málvíst hevur siktað eftir plasering á tindunum, at kreftirnar ikki skulu fara fyri skeytið við at verða brúktar til at arbeiða við dagligu trupulleikunum í teimum stýrum, ráðum og nevndum, sum hann hevur blandað seg uppí.
Tað sigst, at Heðin Mortensen skal vera nevndarlimur í fleiri nevndum, enn hann sjálvur hevur tal á, harav hann man vera formaður í teimum flestu, og sostatt hevur hann millum ár og dag havt mangan undirorðnaðan nevndarlimin til at gera alt tað triviella nevndararbeiði, sum ikki gevur status.
Av greinini í Sosialinum gongur eisini fram, at maðurin má líða av onkrum formi fyri forfylgingarørsku. Øll hava verið so illavorðin við hann og forðað honum í at klatra upp eftir tignarstiganum. Tað er sjálvandi í lagi og kann viðhvørt vera beinleiðis fremjandi at vera tilvitaður um sítt egna virði, men tá ið hetta tilvitið verður til eina universella kenslu av, at ein er sjálvskrivaður til at eiga einaræðið á Olympos, so kann tað gerast í so stríggið fyri umhvørvið, sum ofta leggur dent á aðrar kvalifikatiónir, so sum tað at fáa alt tað dagliga maskinaríið at koyra.
Heðin Mortensen gremur seg um, at hann ongantíð slapp nakað og ongantíð varð virdur í Sambandsflokkinum. Virðingini var ongantíð nakað í vegin við. Heðin er ein skilagóður maður , sum hevur peruna í lagi. Belevin er hann, altíð væl klæddur og væl ‘stylaður’ og er sum stoyptur til at umboða, hvat tað enn skal vera.
Heðin Mortensen hevur ongantíð verið illa dámdur av Sambandsflokkinum, soleiðis sum hann pástendur, men rætt er, at hann ongantíð hevur fingið nakað serligt álitisstarv, og tað man vera av tí einfaldu grund, at hann ikki hevur roynst nakar álitismaður í flokkinum. Óteljandi eru teir fundir, sum álitisfólk floksins hava lagt sína sál í at fáa so nógv burturúr sum gjørligt. Tann myndin, sum í Sambandsflokkinum stendur eftir Heðin Mortensen er, at hann vanliga kom sum ein hvirluvindur ov seint á fund, setti seg niður eina løtu, hugdi einar tvær, tríggjar ferðir at klokkuni og segði so, at hann tíverri var noyddur at fara á ein annan týdningarmiklan fund (tað má vera strævið støðugt at skula halda uppi illusiónini um, at ein ikki kann verast fyri uttan). Og so var hann horvin.
Heðin Mortensen sigur, at hann ikki skyldar Sambandsflokkinum nakað sum helst. Tað kann væl vera, men Sambandsflokkurin hevur heldur ikki væntað sær so ovurhonds mikið av Heðini Mortensen, tí tað er ein almenn vitan, at hann hevur stórt sæð bara havt áhuga í at arbeiða fyri sín egna persón. Hann hevur undir øllum umstøðum hesi seinastu 20 árini verið uppstillaður av Føroya Væl, og var hann ikki tað, so sat hann hvørki á tingi ella í býráði.
Heðin metir sjálvur, at flokkurin altíð fegin hevur viljað fingið hansara atkvøður, men at hann ikki skuldi loyva sær tann frekleika at vænta sær nakra politiska ávirkan afturfyri. Flokkurin hevur sjálvandi ikki verið fegnari at fingið atkvøðurnar frá Heðini enn tær hjá øllum hinum, sum flokkurin hevur stillað upp til val. Heðinsa atkvøður eru ikki petti meira tignarligar enn nakrar aðrar, og hartil er tað so, at allar atkvøðurnar jú eru sambandsatkvøður tá ið samanum kemur og ikki spesielt Heðinsa. Haraftrat er tað djúpt suspekt, so stóran dent Heðin leggur á sínar atkvøður. Væl vita øll, hvussu serliga stóran ómak Heðin hevur gjørt sær fyri at skrava so nógvar atkvøður sum møguligt saman fyri at tryggja sær sessin. Politiskt hevur Heðin jú í sínum virki verið óstabilur, tað man vera ein frágreiðing um, at politiska leiðslan ikki hevur litið honum tær heilt stóru uppgávurnar upp í hendur.
Sostatt situr hann í dag sum býráðsformaður upp á sambandsatkvøður, og hann hevur Sambandsflokkinum at takka fyri alt tað, ið hann er, eisini aftan á tað lokabragdið, hann framdi eftir seinasta val móti sínum floksfeløgum.
Tað var sjálvandi nakað góðtrúgvið av tingmanning Sambandsfloksins, tá ið nýggjur landsstýrismaður skuldi kjósast fyri Bárð Nielsen, at vænta sær nakran lítillátaðan sømiligleika frá Heðini Mortensen. Tað hevði undir øllum umstøðum verið at gingið ov mikið langt. Ein og hvør dugir at síggja, at tað hevði verið fullkomiliga burturvið, at Heðin, sum situr sum javnaðarborgmeistari upp á sambandsatkvøður kom í tingið sum javnaðarmaður upp á sambandsatkvøður. Men Heðin Mortensen heldur seg hava nakað at hevna Sambandsflokkinum og formanni hansara, og tað er týðiligt, at hann hóreiggjar sær vælnøgdur sum hevndareingil í hesum døgum.
Formaður Sambandsfloksins kann gleða seg um, at tingmanningin sum eina sjálvfylgju peikaði á hann sum landsstýrismann í fíggjarmálum. Hevur løgmaður einaferð í tíðini sagt, at hann skuldi syrgja fyri, at eingir trupulleikar fóru at standast av Heðini, um ein slík støða kom upp, so hevur hann tikið munnin ov fullan og gjørt rokning uttan vert. Longri er tann søgan ikki.
Men kenni eg Sambandsflokkin rætt, so fer hann óivað at rekja seg væl út úr hesari fløkjuni.
At Heðin Mortensen nú enn einaferð hevur klamsað við teirri somu hurðini, sum hann varð vístur út ígjøgnum, tá vantandi loyalitetur hansara gjørdist ovboðin fyri flokkin, er sjálvandi óhugaligt. Men tað kennist onkursvegna eisini sum ein lætti.