- Líkamikið, hvør bakgrundin hjá álopsmanninum er, so er hetta ein ófyrigevilig atgerð.
Tað sigur beiggi fyrrverand japanska forsætisráðharrans, Nobou Kishi, sum er japanskur verjumálaráðharri.
Tað var stutt fyri middag í morgun, japanska tíð, at fyrrverandi forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abes, varð raktur av skotum.
Álopið fór fram á opnari gøtu nærindis býnum, Osaka, meðan Shinzo Abes helt røðu.
Nobou Kishi sigur við útlendskar miðlar, at nú verður alt gjørt í royndini at bjarga lívinum á beiggja sínum.