Ein ørgrynna av málmonnum í Manchester United

Tað eydnaðist akkurát ikki Real Madrid at keypa David de Gea úr Manchester United

Í gjárkvøldi stongdi flytingarvindeygað í flestu av stóru, evropeisku fótbóltskappingunum. Í kanska tí mest áhugaverdu kappingini, Premier League, er støðan tó ein onnur, har flytingarvindeygað er opið til klokkan 18 í kvøld.

 

Stóra søgan á hesum síðsta degnum er óivað tann, at málverjin hjá Manchester United, David de Gea, ið hevur verið upp á tal í Real Madrid alt summarið, ikki skiftir kortini. Skiftið hansara til Real Madrid varð tó avtalað í gjárkvøldi og avtalan innibar, at ein annar málverji úr spanska kongafelagnum, Keylor Navas, bleiv sendur hinvegin. Afturat hesum skuldi United eisini fáa ein ríviligan posa av pengum.

 

Hetta skiftið bleiv tó av ongum, tí at feløgini bæði ikki megnaðu at senda neyðugu pappírini inn til altjóða góðkenning, áðrenn flytingargluggin varð stongdur á midnátt í gjár. Sambært Real Madrid, so var tað Manchester United, sum átti skuldina av hesum, tí at bretska stórfelagið gjørdu broytingar í avtaluni somikið seint á kvøldi, at handilin, sum sendi de Gea til Madrid, ikki kundi halda seg til ásetta tíðarmarkið, ið sum kunnugt var á midnátt.

 

Tískil stendur Manchester United eftir við trimum málmonnum, ið allir mugu sigast at vera rættiliga stór nøvn. Teir eru David de Gea, Victor Valdes og so nýinnkeypti landsliðsmálverjin hjá Argentina, Sergio Romero, sum higartil hevur staðið í málinum í øllum dystum hjá United hetta kappingarárið.