Ein niðurlaðing av varandi rættindum

- Eftir uppskoti landsstýrisins verða varandi rættindini hjá verandi aktørum í fiskivinnuni niðurlaðað, sigur formaður Sambandsfloksins, Báður Nielsen.

Spurningurin um at selja tilfeingi og rættindi á uppboðssølu skilti samgonguna og Sambandsflokkin. Hóast partarnir samráddust í nakrar vikur um eina nýskipan av fiskivinnuni - og so seint sum um vikuskiftið gjørdu enn eina roynd - so spurdist einki burturúr.

 

Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, segði í Degi & Viku í kvøld, at tað serliga var útlutingarparturin, sum semja ikki kundi fáast um.

 

- Tað, sum samgongan hevur lagt fram í dag, er bulurin í okkara skipan, sum vit løgdu fram alment í november síðsta ár. Men, útlutingarpartin í uppskoti landsstýrisins kunnu vit ikki taka undir við. Hetta kemur at niðurlaða tey varandi rættindini hjá verandi aktørum í fiskivinnuni.

 

Eru so nøkur útlit fyri, at semja fæst millum samgonguna og Sambandsflokkin í hesum máli nú?

 

- Tað veit eg ikki. Vit eru nú farin í gongd at arbeiða við okkara egna uppskoti at leggja fyri løgtingið. Hetta meta vit vera neyðugt nú, eftir at vit í meira enn ein mánaða hava arbeitt saman við samgonguni fyri at royna at finna eina loysn. Í hesum tíðarskeiði hava vit ikki gjørt serliga nógv við okkara egna uppskot.

 

Bárður Nielsen segði í kvøld, at Sambandsflokkurin nú í fyrsta lagi fer at arbeiða við sínum egna uppskoti at leggja fram.

 

- So, fáa vit at síggja, hvat hesar tríggjar vikurnar, sum uppskotið verður til hoyringar, fara at siga, og um tað møguliga kann finnast ein semja í hesum tíðarskeiði, segði formaður Sambandsfloksins í Degi & Viku í kvøld.