Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
- Í mínum hugaheimi, so er ein neyðtøka ein neyðtøka. Tað skal ikki vera ein revsirættarligur fyrimunur hjá brotsfólki at gera seg inn á ein hjúnafelaga í mun til onnur, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd.
Tað er í sambandi við, at føroyska Amnesty deildin í gjár hevði aðalfund, at Fólkaflokkstingkvinnan førir fram hesi sjónarmiðini.
Á aðalfundinum hjá Amnesty varð sjóneykan sett á føroysku lóggávuna í sambandi við neytøku. Við tiltakinum í gjár vildi nevndin heita á føroysku myndugleikarnar at broyta lóggávuna, soleiðis, at mismunur ikki verður gjørdur á neyðtøkuoffrum.
Sambært Amnesty verða flestu neyðtøkurnar framdar av brotsfólki, sum tann neyðtikni ella neyðtikna kenna framanundan. Hóast hetta, fáa eitt nú hjúnafelagar linari revsing fyri neyðtøku av sínum hjúnafelaga eftir føroyskari lóggávu.
- Revsingin eigur ikki vera øðrvísi alt eftir hvørji forhold eru millum fólkin. Hetta er ikki nakað, ið liggur á nevndarborðinum hjá okkum júst nú, men hetta er avgjørt nakað, sum átti at verið tikið upp skjótast gjørligt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í løgtingsins rættarnevnd.