Tá ið fólkið, biskupur, dómpróstur, prestafelagið, kristiligt lurtarafelag, hópin av felagsskapum og einstaklingum frá øllum handans samkomum og ikki minst tingið, tekur sær tíð til at viðgera eitt slíkt hjarnumál fyri eina tjóð, sum kallar seg kristna - og øll tey gomlu í landinum saman við sjómonnum eisini hava mótmælt, at morgunlesturin ikki verður endursendur; so átti ein sendistøð, ið kallar seg public service-veitari at havt fyrilit fyri hvat "public" -fólkið- ynskir og vil hava!!!
Hetta málið snýr seg um respekt ella virðing - og kanska eisni um mangul uppá sama.
Tað tykir mær sum Kringvarpið sendir eina undarliga, óheppna, fyrilitarleysa og ikki minst óneyðuga provokatión á henda hátt!
- Hvat endamálið er, og hvør endi á hesum máli verður - ja, kunnu bert guðarnir vita.










