Formel 1 skrivarin hjá bretska blaðnum Daily Express skotin Bob McKenzie lovaði í fjør, at um McLaren-Mercedes vunnu eina koyring tað kappingarárið, so skuldi hann renna eina umferð á Silverstone nakin.Kimi Räikkönen vann stutt eftir á Spa breytini í Belgia, og tí skal skotin í ár ein rennitúr.