Náttúran og lívfrøðiliga margfeldið hvørva við eini ónatúrligari høgari ferð um allan heimin, og støðan er somikið álvarsom, at heili 1.000.000 sløg (species) eru í vanda fyri at doyggja út, sambært ST frágreiðing frá 2019.
Gongdin verður mett sum 6. hópoyðing í heimssøguni, og í mun til aðrar hópoyðingar, er hendan av mannaávum. Tískil er tað heilt eyðsæð, at vit hava tørv á at slóða fyri eini betri leið.
Doyggja djóra- og plantusløg og vistskipanir út, koma tey ongantíð aftur. Hinvegin er okkara býar- og samfelagsskipan ikki fastlæst, og vit eiga tí at endurskoða og broyta, hvussu vit fara við náttúruni. Hesum fari eg at arbeiða fyri!
Soleiðis skal kommunan virka fyri náttúruvernd:
1. Vernd og endurbøting av vátlendi
Okkara vátlendi hava týdningamiklar dygdir. Tey upptaka eina rúgvu av koltvíiltu úr atmosferuni og kunnu tí vera ein liður í at basa veðurlagsbroytingunum. Hesi støð eru eisini umráðandi búðpláss fyri eina ríka náttúru, tí so nógv djóra- og plantusløg stórtrívast har. Og summi trívast bara har.
85% av heimsins vátlendum eru longu horvin og eftir ætlan verða enn fleiri drenað. Vit eiga heldur at verja og endurbøta tey.
2. Útbygging skal gerast við ábyrgd
Okkara brúk av jørð og lendi er størsta hóttan mótvegis náttúruni og lívfrøðiliga margfeldinum. Vit leggja alsamt meira lendi undir okkum, og úrslitið er, at náttúran manglar búpláss. Komandi útbyggingar og orkuútbyggingar mugu endurhugsast við náttúrumargfeldi í huga. Vit eiga at byggja nógv meiri pláss-effektivt, alternativt, smærri og í hæddum og í raðhúsum.
3. Nólsoy, Koltur og Hestur skulu verjast fyri innsløddum sløgum
Nólsoy, Koltur og Hestur eru millum tær 11 oyggjarnar, har eingin rotta er. Tað hevur stóran týdning, serliga fyri fuglalívið, at forða fyri, at rotta kemur til støðini og fær fastatøkur. Kommunan eigur at seta fólk í starv, sum fult og heilt skal arbeiða við vernd av økjunum og hava eftirlit við rottu og innsløddum sløgum.
4. Friðing og verndarátøk fyri viðbreknum vistskipanum og sløgum
Fyrr eru sløg av plantum, kópi og fuglum deyð út í Føroyum, m.a. steinkópur, hiplingur og reyð várhagasólja. Hetta má ikki henda aftur orsakað av mannaávum! Eitt stig á leiðini er at friða hóttar og viðbreknar vistskipanir og fugla- og plantusløg. Hetta skulu vit í gongd við beinanvegin.
Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Kommunu