Svimjisamband Føroya hevur um dagarnar slept ein av sínum gullfuglunum úr reiðrinum. Sambandið hevur givið tilsøgn um, at Elspa Mørkøre í framtíðini kann sleppa at umboða Danmark í altjóða kappingum.
- Sjálvandi er tað keðiligt at missa ein slíkan svimjara í landsliðshøpi, men vit mugu bara staðfesta veruleikan, at sum er sleppa Føroyar ikki til OL, sigur Palli Ziskason.
Formaðurin í Svimjisanbandinum vísir tó í sama viðfangi á, at føroyskir svimjarar hava hópin av øðrum avbjóðingum, eitt nú EM og HM.
- Men eg skilji væl Elspu Mørkøre. Tí skal hon sleppa við til ta allar størstu kapping, nevniliga OL, so má hon gera, sum hon ger. Kortini uggi eg meg við, at millum okkum føroyingar vil hon jú altíð vera føroyingur, sigur Palli Ziskason.
Óttast gongdina
Stigið hjá Elspu Mørkøre kann merkja, at aðrir toppsvimjarar, og onnur toppítróttarfólk við OL-dreymum, gera tað sama. Ein støða, ið formaðurin í Svimjisambandinum óttast.
- Jú, tað kann man óttast. Men við verandi ríkisrættarligu støðu fáa Føroyar ikki limaskap í IOC (olympiska nevndin) og sleppa harvið ikki til OL. Tað mugu vit bara staðfesta, sigur Palli Ziskason.
Svimjisambandið hevur limaskap í LEN og FINA, sum eru ávíkavist evropeiska og altjóða svimjisambandið. Og tað gevur føroyskum svimjarum rætt til at luttaka í øllum teimum kappingum, sum hesir felagsskapir skipa fyri, og har tær størstu eru EM og HM.
Men tann allarstørsta avbjóðingin, Olympisku Leikirnir, eru í dag ikki ein møguleiki hjá føroyskum ítróttarfólkum, sum umboða Føroyar.