Hósdagin í seinastu viku máldi ferðslupolitiið ferðina hjá bilunum, sum koyrdu gjøgnum Kollafjørð. Ferðin hjá 200 bilum varð máld, og av teimm vórðu tveir skrivaðir upp fyri at koyra ov skjótt, og annar teirra koyrdi so skjótt, at bilførarin missir koyrikortið.










