Christina Sarvik hevur á egnum forlagi givið út bókina "Ein misnýtari var mín lærumeistari". Bókin vendir sær til nógv, men serliga til foreldur, sum líða av ringari samvitsku og skuldarkenslum í sambandi við, at barn teirra er sálarliga sjúkt, harðligt ella úti í misnýtslu.
Men bókin er eisini um at verða misnýttur. Nógv lata seg misnýta, eitt nú av familju, vinum, fólki, sum taka synd í sær sjálvum, fólki, ið duga at manipulera o.s.fr. Misnýtsla finst í nógvum formum.
Christina Sarvik hevur skrivað bókina fyri at siga frá, hvussu hon hevur arbeitt seg úr skuldarkensluni og ringu samvitskuni við at broyta hugburð til misnýtaran og seg sjálva. Hon er 54 ára gomul og mamma at einum sálarliga sjúkum misnýtara. Bókin tekur støði í egnum royndum, einum drúgvum kampi fyri egnum frælsi.
Skelkandi upplivingarnar fingu hana at síggja egnar veikleikar, og at sannføra seg sjálva um, at teir kundu brúkast til nakað uppbyggjandi. Annars høvdu sjúka, hatur, ótti og beiskleiki etið hana upp. Ábyrgdin mátti viðurkennast, ketan mátti brótast - eisini fyri at hjálpa soninum, um hann sjálvur vil.
"Ein misnýtari var mín lærumeistari" hevur fingið góð ummæli í donskum bløðum. Bitten Helweg, rithøvundur í Holbæk, skrivar soleiðis: "Lesið hesa framúr góðu bókina - tú verður klókari av henni og samstundis húðaleys innaní tær. Høvundurin vísir, hvussu tú við eini hugburðsbroyting til tað sokallaða "ónda" uppdagar tað "avgjørt góða". Hvussu tú ígjøgnum mótstøðu og líðingar fær djúpasta innlit og persónligu menning - og verður fræls".









