Um miðalhitin á jørðini hækkar við fýra hitastigum komandi tíðina, fer hækkaða vatnstøðan at gera eina millión fólk í Danmark heimleys. Um vit megna at halda hækingini á tveimum stigum, missa 673.000 danskarar hús og heim í flóðini.
Vatnstøðan fer væntandi at hækka við 8,9 metrum, um miðalhitin hækkar við fýra stigum, og 4,7 metrum, um hitin hækkar við tveimum stigum, siga granskarar. 627 milliónir fólk missa síni hús í fyrra førinum, 280 milliónir í seinna.
Danir hava gjørt eitt filmsbrot, ið vísir, hvussu Keypmannahavn hevði sæð út, um vatnstøðan hækkaði við fýra metrum. Sí filmsbrotið ovast.