European Club Assosiation hevur samráðst seg fram til, at føroysk feløg fáa 231.000 krónur eyka frá europeiskari luttøku.
Les eisini: Føroysk feløg fáa ágóðan av FFP bótum
Sum in.fo skrivaði í gjár hevur ECA samráðst seg við UEFA fram til, at tær 180 milliónirnar, sum stava frá bótum eftir framd brot á Financial Fairplay, skulu býtast millum tey fløgini, sum hava luttikið í kappingum hjá UEFA í 2013/2014.
Tað merkir, at føroysku feløgini, EB/Streymur, ÍF, Víkingur og HB, fáa smáar 231.000 krónur í part.
Hoyrið samrøðuna við Finnboga Arge við at trýsta á pílin undir myndini.










