Gevst í politikki
Við sínum drúgvu royndum í politikki hevur Finnbogi Ísakson eina greiða meining um, hvat komandi val eigur at snúgva seg um. Hann heldur, at vit eiga framvegis at hava sjálvstýristilgongdina fremst. Men haraftrat eiga vit at leggja stóran dent á nøkur ávís mál. Vit eiga at leggja til rættis ein meira konstruktivan heilsupolitikk, og her hugsar hann serliga um at fáa Landssjúkrahúsið at virka betur. Eisini heldur hann valið eigur at snúgva seg um tey gomlu og vísir á, at tað í dag ikki er náttúrligt, at eitt eldri og yngri ættarlið búgva í húsi saman, tí er tørvurin á býli til eldri fólk so mikið stórur, at har má leggjast ein ætlan við einum miðvísum politikki.
Tá tað ræður um vinnuna, so heldur tingmaðurin, at vit á ongan hátt eiga at fara út í nakran loftingarpolitikk aftur. Føroyar eru í tí hepnu støðu í løtuni, at skuldi tað t.d. hent, at ein vinna sum rækjuvinnan fer á húsagang, so eru tað fyrst og fremst peningastovnarnir og ikki landið, sum missa. Tí heldur hann eisini, at tað eru peningastovnarnir, sum mugu trúgva uppá, at skipini fara at bera seg aftur og tí mugu vera við til at finna eina loysn.
Trúgva teir ikki uppá, at rækjuskipini fara at bera seg um eitt ella tvey ár, hví skal landsstýrið so gera tað. Finnbogi Ísakson sigur seg vera fyri, at man kannar viðurskiftini og skapar vinnuni góðar karmar men man skal ikki fara út at lofta.