Ein mansdystur í dag

Neistamenn hava við einum sigri møguleika at leggja seg ájavnt VÍF í oddinum.

Teir bláu mugu eisini roknast sum favorittar, um metast skal eftir seinastu úrslitunum, men StÍF hevur hinvegin alt at spæla fyri. Strandingar hingu væl í oddinum fyrsta partin av kappingini, men seinastu umførini hevur gingið illa í hond, og tí er ein sigur neyðugur, um teir aftur skulu blanda seg upp í oddastríðið.

Dysturin í Havn byrjar klokkan 16.