Ein manning úr Klaksvík

Ein lesari hevur latið okkum hesa myndina, sum hesin heldur vera av einum fótbóltsliði við klaksvíkingum. Ein annar lesari heldur hetta ístaðin vera eina skipsmanning úr Klaksvík.

Myndin er helst tikin í 1962, og er tí tikin áðrenn tiltikna 66-liðið hjá KÍ. Myndatakari er Norman F. Sinclair, sum hevði studio sítt í King Street í Kirkwall á Orknoyggjunum.
Lesarin sigur seg kenna nakrar av leikarunum, men ivast í fleiri teirra. Hon vil fegin frætta frá fólki, ið kennir hesar menninar. Tað kann gerast við at ringja á tlf. 314678.
Leikararnir, hon heldur seg kenna, eru hesir:
Í aftasta raði frá vinstru: 1) Bróðir Sámal Júst, 2) Luddi hjá Toda, 3) ókendur, 4) ókendur, 5) Mourits Jacobsen, 6) ókendur, 7) Steinbjørn ?, 8) Jógvan ?, 9) Gutti Kallsberg, 10) Jógvan á Høvdanum, 11) Frímann Baldvinsson, 12) Zacharis Lydersen, 13) Sámal Júst ?, 14) ókendur og 15) Álvur Klakk.
Sitandi f.v.: 1) ókendur, 2) John Reid Bjartalíð, 3) Guddi á Dalinum? og 4) Robert Joensen.

Skipsmanning
Ein annar lesari úr Klaksvík hevur sæð hesa myndina, og kennir somuleiðis ein part av monnunum. Hann heldur, at her er talan um eina skipsmanmning. Sambært hesum lesara er manningin henda, aftast vm.: 1) Herman Dahl, 2) Ludvík Jónsson (Luddi hjá Toda), 3) Kristoffur ?, 4) ókendur, 5) Jens Hansen, 6) ókendur, 7) Steinbjørn Jacobsen, 8) Jógvan Jacobsen, 9) Gutti Kallsberg, 10) Jógvan á Høvdanum, 11) Frímann (vanliga róptur Frimann) Baldvinsson, 12) Zakarias Lydersen, 13) Sámal Júst Ziska Dahl, 14) ókendur og 15) Álvur Klakk.
Sitandi eru teir vm.: 1) ókendur, 2) John Reid Bjartalíð, 3) Poul Jacob Olsen, reiðari og Robert Joensen.