Ein kanning hjá eldraráðnum vísir, at pensjónistar heldur vilja eta eina bíliga máltið saman við øðrum, enn sita einsamøll og eta eina góða máltíð.
Tórshavnar kommuna fer tí undir eitt tiltak, tey nevna Matvinir, har fók kunnu bjóða seg fram at eta eina máltíð saman við einum pensjónisti, sum annars fær mat av Lágargarði.
Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at um 90 fólk fáa mat av Lágargarði, og ætlanin er at royna nýggja tiltakið við 10 fólkum at byrja við.
- Hetta er nakað, ið hevur verið roynt í Danmark við góðum úrslitum. Endamálið er at fyribyrgja einsemi hjá fólkum, ið sita einsamøll runt um í býnum. Ein máltíð er jú ikki bara ein máltíð. Ein máltíð er eisini samvera og prát, sigur Bjørghild Djurhuus.
Í hesum sambandi leitar kommunan nú eftir matarvinum, ið kunnu vitja hesi fólkini og eta saman við teimum.
- Dámar tær at gera onkran glaðan ella eta saman við øðrum, og hevur tú tíð eina ferð um vikuna, so er tað tær, vit søkja eftir, skrivar kommunan í lýsingini eftir matvinum.
- Hetta er fyri fólk í øllum aldrum og við øllum bakgrundum. Tað einasta, tey sjálvbodnu verða biðin um at gera, er at koma á gátt hjá onkrum, borðreiða, eta og rudda av aftaná, sigur Bjørghild Djurhuus. Kommunan rindar fyri máltíðina hjá viðkomandi.
- Ein slík vitjan, har tosað verður um vanlig ting, sum veðrið, mentan, politikk, ítrótt, familju ella annað, er dýrabart fyri tey eldru og fyribyrgir einsemi. Tað gevur betri orku, matarlyst og lívshuga hjá teimum eldru, meðan tað at sita einsamallur kann føra til einsemi, sigur Bjørghild Djurhuus.










