Ein maktkampur millum Løkke og Pape

Eingin er áhugaður í einum nývali, tí tey flestu óttast Dansk Folkeparti, sigur Árni Gregersen, viðmerkjari.

Tað er kreppa í donsku stjórnini, eftir at Konservativi flokkurin hevur boðað Lars Løkke Rasmussen frá, at flokkurin ikki longur hevur álit á Evu Kjer Hansen, umhvørvis- og matvørumálaráðharra.

 

Lars Løkke hevði tíðindafund á miðdegi, har hann boðaði frá, at hann hevur álit á ráðharranum og ætlaði ikki at boyggja seg fyri trýstinum frá Konservativu, og at hann hevði kallað floksformennirnar í bláa blokkinum til fundar seinnapartin, í eini roynd at finna eina loysn á gordiska knútinum, sum hann umrøddi hann.

 

Fleiri hava havt á máli, at einastu loysnirnar eru at antin koyra Evu Kjer Hansen, at broyta parlamentariska grundarlagið undir stjórnini ella at útskriva nýval.

 

Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, væntar ikki at nýval verður, ei heldur at ráðharrin verður uppsagdur.

- Eingin hevur áhuga í einum nývalið. Konservativi flokkurin er undir stórum trýsti og nærkast sperrumarkinum, meðan tey flestu óttast, at Dansk Folkeparti fer at gera eitt brakval, um val verður nú, sigur hann.

 

Ei heldur væntar hann, at Lars Løkke Rasmussen fer at siga Evu Kjer Hansen úr starvi. Loysnin verður tí antin at trýsta Konservativa flokkin til at bakka ella at broyta parlamentariska grundarlagið undir stjórnini.

- Lars Løkke Rasmussen leggur nú trýst á konservativa flokkin, og spurningurin er, um hann ikki longu hevur gjørt eina avtalu við onkran flokk í andstøðuni, um at parlamentariska grundarlagið undir stjórnini verður varðveitt, sigur Árni Gregersen.

 

Hann sigur, at tað er greitt, at Lars Løkke Rasmussen hevur friðað ráðharran. Samstundis fara Konservativu at atkvøða fyri pakkanum, sum er til triðju viðgerð í morgin, umframt at Konservativu hava boðað frá, at teir hava álit á stjórnini sum heild, tað er bara tann eina ráðharran, teir ikki longur hava álit á.

- Hetta er ein maktkampur millum Lars Løkke Rasmussen og Søren Pape, sigur Árni Gregersen, sum væntar, at Lars Løkke Rasmussen fer sigrandi úr stríðnum. Lítil ivi er um, at Konservativi flokkurin, sum er minkaður nærum burtur í einki seinastu valini, hevur mest at missa í einum slíkur stríðið.

 

- Søren Pape verður nú eisini kroystur av sínum egnu. Tað er ein øgilig buldran í baklandinum, og fleiri konservativir politikkarar hava sagt, at teir eru ósamdir við formannin, sigur hann, sum altso væntar, at stjórnin verður sitandi, møguliga við øðrum stuðulsflokkum enn í dag.