Í morgun um 6 tíðina varð løgreglan boðsend til eitt heim í Havn. Orsøkin var, at ein maður stakk ein annan við einum saksi. Løgreglan handtók mannin beinan vegin, tá ið tey komu á staðið.
Vakthavandi greiðir frá, at fráboðan segði, at ein maður bløddi úr hálsinum, og tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at hann varð stungin við saksi. Maðurin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til viðgerar. Gerningsmaðurin er síðst í 20'unum, meðan tann órættaði er í 50'unum.
Gerningsmaðurin verður framsettur við grundlógaravhoyring í dag.