Ein maður sligin sunnunáttina

Tveir mans endaðu í bardaga sunnunáttina.

Tað hevur sum heild verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni, men sunnunáttina var eitt harðskapsmál, sum gekk fyri seg í Sverrisgøtu í Havn. 

 

 

 

Tveir unglingar endaðu í klandri og tann eini varð sligin á høvdið so mikið hart, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum. 

 

 

 

Hetta var í fyrstu atløgu til viðgerðar og síðani til eygleiðingar í 12 tímar. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur seg ikki vita, hvussu maðurin er fyri nú.