Klokkan umleið 11.20 varð løgreglan uppringd um eitt arbeiðsóhapp á Kósavirkinum í Klaksvík. Bæði sjúkrabilur og løgreglubilur vóru skjótir á staðið.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein trukkur koyrdi á beini á einum manni á staðnum. Hesin árendi varð koyrdur á sjúkrahúsið, men vakthavandi sigur, at einki álvarsamt er hent í óhappinum.
Løgreglan er enn á staðnum og kannar málið.










