Ein móti einum  maðurin og dýrið

Nýskapandi hemarakappingin, sum hevur verið tvey tey seinastu árini, er nú komin í fasta legu og hevur fingið sítt egna navn  Shark Atlantic. Hesa ferð er kappingin frá 1. november 2006 til 1. mars 2007, og sum áður er Magni Blástein fyriskipari

Farnu kappingarnar hava verið sera væl umtóktar, tí fátt er so spennandi og hugvekjandi sum at veiða hemara - hetta stóra og sterka dýrið í dýpinum. Einasti reiðskapur er tráða, tí veiðihátturin er sjálvandi líka einfaldur og frumkendur sum spenningurin sjálvur. Og tað eru ikki smákykt, ið bjóða tær av, tí hemari liggur ofta millum 200 og 400 pund og kann gerast yvir tríggjar metrar langur.

Shark Atlantic 2006 er opin fyri øll, sum bera ævintýrið í barmi - føroyingar sum útlendingar. TRYGD er høvuðsstuðul fyri tiltakinum og letur virðislønir á 40.000 kr. Av teimum strýkur vinnarin avstað við 25.000. Við stuðli sínum vil TRYGD vísa á stóra týdningin av at menna nýggjar, føroyskar vinnumøguleikar, ið eru áhugaverdir og mennandi fyri bæði luttakarar og ferðavinnuna. Og júst Shark Atlantic er dømi um tiltak, ið TRYGD heldur kann birta upp undir eina heilt serliga vinnu í Føroyum, ið bæði útlendingar og ikki minst føroyingar sjálvir kunnu fáa stóra gleði av, bæði til likams og sálar.

Um Shark Atlantic 2006:
Fyriskipari:Magni Blástein
Høvuðsstuðul:TRYGD
Virðisløn:25.000 kr.
Veiðutíð:1. november 2006 - 1. mars 2007
Veiðuøki:Allastaðni kring oyggjarnar
Reiðskapur:Tráða
Vinnarafiskur:Tyngsti hemari (mynd av fongi og veiðumanni/kvinnu skal takast)
Tilmelding:Magni Blástein, tlf. 581582, tpa. magniblastein@kallnet.fo
Luttøkugjald:500 krónur