Ein mánað varðhaldsfongsling fyri smugling

Ein 20 ára gamal dani er í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava smuglað 135,4 gramm av amfetamini til Føroya.

Maðurin, sum er dani, kom við flogfari til Føroya klokkan 14.30 mánadagin, og tá hundurin hjá Tollvaldinum varnaðist okkurt óregluligt, var maðurin tikin inn til kanningar. Har var amfetaminið funnið av TAKS, og løgreglan handtók síðani mannin.
Upprunaliga varð maðurin ákærdur fyri at hava smuglað 200 gramm av amfetamini, men tá løgreglan vigaði evnið kom fram, at talan kortini bert var um 135,4 gramm.
Maðurin játtaði seg sekan í at hava smuglað amfetaminið og legði aftrat, at hann sjálvur upprunaliga helt, at tað snúði seg um 200 gramm av amfetamini.
Orsakað av uppkláringararbeiðinum og av tí at talan var um so stóra nøgd, bað ákærin um afturlatnar hurðar, og hesum játtaði dómarin.
Ákærin, Lene Christensen, kravdi mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, harav tvær í isolatión, og hesum var dómarin samdur í.
Av tí at talan er um eitt játtanarmál verður roknað við, at málið kemur fyri rættin, tá varðhaldsfongslingin gongur út, so maðurin fær sín dóm beinanvegin.
Maðurin kom til Føroya í august í fjør at arbeiða, men so fór fyritøkan av knóranum. Tað var eftir at hava verið heima í jólafrí, at 20 ára gamli danin kom aftur til Føroya, fyri at royna at finna sær arbeiði, og samstundis sleppa burtur frá heimliga umhvørvinum í Danmark.