Sandavágur: Nógv spennandi tiltøk eru á skránni í Sandavági leygardagin, nú árliga summartiltakið hjá ítróttarfelagnum í bygdini er á skránni.
Umframt grillparty, laksatorg og víttfevnt undirhald, verður eisini ein serstøk fótbóltskapping á skránni.
Henda kappingin verður í stóran mun skipað sum ein vanlig fótbóltskapping, men rættiliga stór frávik eru kortini frá teimum reglum, sum altjóða fólbóltssambandið hevur sett upp, og sum vanliga verða brúktar, tá dystir verða leiktir á Valloyruni.
Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at dysturin skal spælast á einum vanligum fótbóltsvølli, og í øðrum lagi er málverjin útgjørdur við einum serstøkum amboði, sum nokk skal halda sjálvt teir ídnastu áleypararnar burtur.
Sjálv stevnan byrjar kl. 11, og kl. 17 verður hesin serstaki dysturin á skránni, veit heimasíðan hjá Sandavágs kommunu at siga frá.
Stuttligt og váttligt
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at sandavágsmenn eru við í slíkum vátum dystum.
Í summar var nevniliga eitt ferðalag, sum taldi 40 fólk úr Sandavági, á vitjan í vinarbýi teirra í Íslandi, Neskaupsstaði.
Á hesi vitjan sluppu menninir at luttaka í hesi serstøku kappingini í brandslangufótbólti. Og teir stóðu seg rættiliga væl, og komu heimaftur við heiðursmerkjum í silvuri. Nú skulu so sandavágsfólk og aðrir gestir á stevnuni verða vitni til, hvussu henda kappingin er.
Henda heldur sjáldsama kappingin gongur í øllum sínum einfaldni út uppá, at tvey lið hittast til fótbóltsdyst, hvar tað skal vera. Hetta kann ofta verða mitt á gøtuni, har áskoðararnir standa tættir fram við vøllinum.
Fimm mans eru á hvørjum liði, og reglurnar eru annars sum vanligar fótbóltsreglur, ella liðini kunnu avtala frávik eftir vild.
Tað serliga er kortini tað, at málmaðurin á hvørjum liði hevur eina brandslangu at hjálpa sær við. Hesin spular so alt, sum fyri er, tá bólturin kemur honum ov nær.
Tað standast ofta rættiliga stuttligar - og váttligar - støður av hesum. Eisini áskoðararnir fáa karm av og á.