Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tríggir dreingir undir 20 ára aldur vóru í bilinum, sum rendi í bergið nærindis Breiðá við Fuglafjørð. Hin eini er álvarsliga skaddur. Tað var klokkan 17.14 í dag, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur hevði rent inn í bergið við ovaru síðu á vegum nærindis Breiðá.
Vakthavandi sigur, at tann, sum fráboðaði ferðsluóhappið, var rættiliga skelkaður av sjónini og hevði ikki so góðan hug at hyggja, hvussu til stóð í bilinum.
- Tað vísti seg eisini, at hetta var eitt rættiliga álvarsligt ferðsluóhapp. Vit sendu fýra sjúkrabilar á staðið, og tað vísti seg, at tríggir ungir menn - allir undir 20 ár - vóru í bilinum.
Vakthavandi sigur, at teir allir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið.
- Hin eini hevði bert smávegis snuddir, annar hevði onkra skeinu, men hin triði hevði eftir øllum at døma fingið álvarsligan skaða í høvdið.
Vakthavandi sigur, at tað er trupult at siga, hvussu støðan hjá tí álvarsliga skadda er, men seinast tey frættu, tóktist hon stabil. Spurd, um hesin er uttanfyri lívsvanda, sigur vakthavandi, at tað kunnu tey einki siga um í løtuni.
- Tey nærmastu avvarðandi at hesum trimum dreingjunum hava øll fingið fráboðan um hendingina, sigur vakthavandi.