Tað var ein fantastisk og ógloymandi løta at fylgjast við 5000 føroyingum gjøgnum havnargøtur á Faroe Pride 27. Juli.
Eg vóni at Faroe Pride er komin fyri at verða og verið eg afturvaldur, so vil eg gera mítt til, at Tórshavnar kommuna eisini komandi árini stuðlar og samstarvar við LGBT Føroyar, so at vit saman við teimum fagnað ymiskleikanum og vísa at í Tórshavn er pláss fyri øllum.
At so nógv møttu upp til Faroe Pride 27. juli ber boð um, at tað veruliga eru nógvir føroyingar, sum ynskja eitt samfelag, har øll skulu hava somu rættindi. Hetta er sjálvsagt fyri meg, men tíverri ikki fyri øll.
Kjaki um samkynd hevur oftani verði ógvusligt og dømandi, men tær røddirnar fækka. Ein av orsøkinum er, at LGBT á ein ógvuliga jaligan hátt hava ført síni sjónarmið fram og hava eisini verið ógvuliga sjónlig í samfelagnum. Hetta hevur broytt hugburðin hjá nógvum og eg vil fegin sum býráðspolitikkari í Tórshavn stuðla hesi jaligu gongdini.
Havnin skal verða litrík og her skulu øll kunna kenna væl