Ein lítil strika í rokningini hjá NSÍ

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjálparvenjarin hjá NSÍ er við gott mót hóast 0-3 tap

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Harry Knudsen, aftaná 0-3 tapið hjá NSÍ ímóti B36 fyrr í dag.

 

Harry mátti taka yvir sum virkandi høvuðsvenjari, tá høvuðsvenjarin Trygvi Mortensen varð vístur av vølli. 

 

Harry staðfestir, at tað er ein lítil strika í rokningini at tapa ímóti B36 í dag, men teir í NSÍ eru við gott mót, og nú verður herja til fyrireikingarnar til stóra grannadystin ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu komandi mikukvøld. 

 

Harry ásannar, at í dag vísti B36 betri spæl enn NSÍ, og vann uppiborið.