Ein lítil skái sunnudagin

Eitt stormlágrýst norðan fyri Føroyar førkar seg longur burtur í ein landnyrðing sum leygardagurin líður. Síðani streymar køld luft inn yvir oyggjarnar av vestri og útnyrðingi. Mánadagin mennist eitt nýtt lágtrýst sunnan fyri Ísland, og tilhoyrandi brúgvaløg og mildari luft nærkast Føroyum av suðri. Síðani verður tað spakuliga kaldari aftur. Mikudagin fer eitt lágtrýst, á veg í ein landnyrðingi, tætt framvið Føroyum, meðan tað dýpist.

 

Leygardagin verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s av útsynningi, upp í ódn í hvirlunum, um 33 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava. Leygarkvøldið makar hann vindin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og seks stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av vestri, 10 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava, út á náttina yvirhøvur turt og vindurin snarar í ein eystan og øtlar nakað. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina millum frostmarkið og fimm kuldastig, í støðum enn kaldari.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, eitt bil møguliga upp í storm, um 23 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn av suðri. Út á náttina snarar hann í ein sunnan og útsynningi og øtlar vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað klárar nakað í og verður yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 25 m/s, sum øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Út á náttina skýggjað og regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.

 

Mikudagin verður óstøðugur vindur av ymsum ættum, upp í hvassan vind, um 15 m/s, seinni møguliga hvassur vindur upp í skrið, 15 til 20 m/s, av suðri og útsynningi. Skýggjað og í løtum regn ella vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og fimm hitastig.

 

Hósdagin makar hann vind niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís við vátaslettingi og hitin um 4 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og sum frá líður okkurt ælið, partvís vátaslettingur og kavi. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig, í støðum frost.