Tríggir dystir eru á skránni í EM-endaspælinum í Herning í Danmark í dag.
Klokkan 17.30 spæla Spania og Frakland hálvfinalu, og klokkan 20 spæla Danmark og Kroatia hina hálvfinaluna. Eyðun Samuelsen heldur, at talan er um eina lítla favorittstøðu til Frakland og Danmark.
Eyðun væntar, at Ísland fær ein strævnan dyst um fimta plássið ímóti Póllandi. Tann dysturin byrjar klokkan 15.
Undir myndini ber til at hoyra metingarnar hjá Eyðuni Samuelsen, altjóða hondbóltsdómara.