Fyri tveinum árum síðani gjørdi Leikpallur Føroyar av at varpa meira ljós á sjónleikin í Føroyum og tað stóra arbeiði, ið liggur aftan fyri hesa listargrein, hvørja ferð leikur kemur á pall. Hetta var gjørt við at geva »ársins herðaklapp« á stovningardegi Leikpalsins, ið er 12. mars. Grækarismessa er eisini dagurin, tá Leikpallur Føroya heldur aðalfund sín.
Herðaklappið er ein peningagáva upp á 6.000 krónur, ið er ætlað sum ískoyti til ferð í útheimin at hyggja eftir sjónleiki. Umframt hetta er tilevnaður lutur ti meira varandi minni.
Fyrimyndin til hendan lut er skortur ella gríma, ið er til skjals á Føryar Fornminnissavni. tað var Jógvan Johannesen, vanliga nevndur Jógvan á Sýnuni, bátasmiður í Oyndarfirðið, ið skorið hevur skortin. Hann er helst gjørdur um aldarmóti 18-1900. Tað er Regin Arge hjá Fa. Niels L. Arge í Havn, sum hevur tilevnað skortin fyri Leikpall Føroya.
Herðaklappið kann verða latið einstaklingi ella felag, sum á einhvønn hátt hevur skarað framúr í farna ári á leiklistarliga økinum. Til at gera av, hvør skal fáa herðaklappið, er sett nevnd við tveimum limur fyri Leikpall Føroya og einum limir fyri Føroyar Blaðmannafelag. Hesi eru: Dánjal Joensen, formaður, Dagny Joensen, skrivari og Karin Kjølbro.
Fyrsta herðaklappið í 2001 varð latið Linu Larsen, áhugaleikara. Í fjør fekk Hans Tórgarð, sjónleikari, Herðaklappið fyri sítt leiklistarliga virksemi. Á grækarismessu kl 17 fáa vit at vita, hvør fær hesa viðurkenning í ár.