Ein leiklig uppreisn fyri VÍF-kvinnurnar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Geir Wardum, venjara taka samanum tepra tapi ímóti Kyndli í seinnu hálvfinaluni

Hesaferð taptu VÍF-kvinnurnar tepurt 22-23 ímóti Kyndli, men samlað bleiv talan um ein greiða 53-42 hálvfinalusigur til Kyndil í Faxe Kondi steypakappingini.

 

Tó kendist tað, sum ein leiklig uppreisn fyri venjaran hjá VÍF, Geir Wardum, sum vil rósa sínum spælarum fyri avrikið ímóti Kyndli í dag. 

 

Nú fara VÍF-kvinnurnar at seta fokus á landskappingina aftur, og royna at savna so nógv stig sum møguligt tað, sum eftir er av kappingini í hvonndeildini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Geir Wardum segði við Trónd Arge aftaná ta seinnu hálvfinaluna, sum var leikt í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld.