Ein fortreyt fyri at menna okkara heilsuverk, at sjúkrahúsverkið er skipað sum ein heild.
– Hetta merkir ítøkiliga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.
Tað segði Sirið Stenberg, nú hon legði eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast í framtíðini.
Men tað verður framhaldandi tørvur á at hava lokalar leiðslur á staðnum, men tær leiðslurnar verða eisini partur av felagt sjúkrahúsleiðsluni.
– Hetta merkir, at lokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaða sjúkrahúsverkinum.
– Soleiðis fær framtíðar sjúkrahúsleiðsla ábyrgdina av at leggja til rættis viðgerðir og tænastur tvørtur um sjúkrahúsini, soleiðis at samlaða tilfeingið í sjúkrahúsverkinum verður nýtt so skilagott sum gjørligt.
– Tað vil við øðrum orðum siga, at leiðslan hevur myndugleika til – innan fyri karmarnar í sjúkrahúslógini og teimum kørmum, sum politiska skipanin setir – at skipa funktiónirnar upp á tvørs av sjúkrahúsunum, sigur Sirið Stenberg.
Hetta er eitt mál, nógv stríð hevur verið um, serliga úr Norðoyggjum hevur mótstøðan ímóti hesum, verið stór, tí tey vilja ikki vita av at leggja øll sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu