Ein landsliðsliðleiðari hevur nógv at gera (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við liðleiðaran hjá hondbóltslandsliðnum, Petur Sivertsen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðleiðaran hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Petur Sivertsen úr Hoyvík.

 

Ein liðleiðari hjá einum hondbóltslandsliði hevur nógv at gera og nógv at halda eyga við, men Petur Sivertsen slær fast, at tað er sera spennandi at verða liðleiðari hjá hondbóltslandsliðnum.

 

Nú vónar Petur Sivertsen, at føroyingar í hópatali koma til Skjern at stuðla hondbóltslandsliðnum í morgin, so vit kunnu fáa eitt gott úrslit ímóti krútsterka danska liðnum.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar leygardagin klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.  Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.