Ein lættari gerandisdagur

- Vit hava livað sum eitt rímiliga isolerað samfelag, sum hevur havt fyri neyðini at hava allar tænastur í oynni, sigur Brandur Sandoy

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er ein veruleiki?

- Kenslan er sjálvandi heilt einastandandi góð, og hon kann nokk ikki heilt lýsast nøktandi við orðum. At Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu, er úrslit av einum áhaldandi politiskum og fólksligum stríði úr oynni.

Tað sigur Brandur Sandoy á Sandi, og hann leggur aftrat í sama viðfangi: 

- Hetta stríð fyri betri samferðslu hevur kravt nógv av okkara oyggj, sum er munandi hópað eftir hæli í fólkatali tey nógvu árini, sum stríðið hevur vart. At eg so sjálvur teljist millum teirra, sum hava staðið fremst í hesum stríði, ger sjálvandi eisini kensluna tað sterkari, nú úrslitið fyriliggur.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fær fyri Sandoynna? 

- Fasta sambandið fer at hava stóran týdning fyri oynna. Fyri vinnuna, sum er í oynni, verður tað ein øgiligur fyrimunur at sleppa skjótt til og frá, og eg vænti eisini, at vit fara at síggja fleiri vinnugreinar spretta her suðuri, sum tíðin gongur. 

Brandur Sandoy sigur, at fyri fólkið í Sandoynni merkir tunnilin, at betri møguleikar nú verða at gera brúk av teimum tilboðum og tænastum, sum í hópatali eru norðanfjørðs. 

- Fyri okkara ungdóm merkir tunnilin, at nú verða uppaftur betri møguleikar at lesa og læra í Havn - uttan at skrykkja rótina upp í Sandoynni og flyta yvirum fjørðin. Sum heild verður gerandisdagurin hjá okkum øllum lættari, og vit fáa øktar møguleikar og meiri tiltøkutíð.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum? 

- Eg síggi nakrar avleiðingar, sum onkur helst kann siga eru vansar - ja. Vit hava longu frætt, at vit ikki skulu vænta, at lækni verður tøkur í Sandoynni eftir arbeiðstíð.  

Ivasamt er, heldur Brandur Sandoy, hvussu støðan hjá handilslívinum verður, og spurningurin er eisini, hvør lagnan hjá okkara framhaldsskúla verður uppá sikt.   

Hann vísir á, at breytaskipanirnar norðanfjørðs tykjast longu í dag at draga áhugan hjá ungdóminum og ikki minst foreldrum teirra til sín. 

- Eg veit ikki, um tey í kommununum og í skúlaskipanini her suðuri hava gjørt sær nakrar tankar um hetta, men um vit ikki eru klár við onkrum leisti nú, vænti eg, at kappingin við miðstaðin á hesum øki verður hørð.

Og hann heldur fram: 

- Tað verða broytingar, nú vit hava fingið fast samband, tí vit mugu eisini síggja í eyguni, at vit nú bara eru einar 20 minuttir frá øllum tænastum, eftir at hava livað sum eitt rímiliga isolerað samfelag, sum hevur havt fyri neyðini at hava allar tænastur í oynni.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Sjálvandi verður saknur í prátinum umborð, tí her eru nógv “verðinsproblemir” loyst tvørturum fjørðin. Men tíðina í køini í Skopun og á Gomlurætt – ja, henni fari eg ikki at leingjast eftir, sigur Brandur Sandoy.