Ein lærdómur frá Conte

Premier League: Tottenham bjóðar av í stríðnum um Champions League plássini

Ein stútari frá Davinson Sanchez í yvirtíðini, tryggjaði í dag Tottenham ein sigur á útivølli móti Watford. Tottenham er aftur millum tey stóru og ætlar sær pláss í Champions League til komandi kappingarár.

 

Eftir nøkur góð ár, so hevur Tottenham ikki spælt upp til sítt besta tey seinastu kappingarárini. Tað hevur kostað tríggjar venjarar, men nú tykist felagið hava funnið stevið undir Antonio Conte. Italski venjarin er drúgvur og tiltikin, fyri at seta liðini væl upp til dyst.

 

Tað sást eisini aftur í dag, har Tottenham vann 1-0 á Watford. Tað skuldi tó fleiri enn 90 minuttir til, áðrenn Davinson Sanchez stútaði eitt fríspark frá Heung-Min Son í málið. Við sigrinum er Tottenham nummar fimm, men hevur spælt ein dyst færri enn Arsenal, sum liggur á fjórða plássi.

 

1Man City21172253:1353
2Chelsea20126243:1442
3Liverpool19125250:1641
4Arsenal20112733:2535
5Tottenham18103523:2033
6West Ham1994634:2531
7Man Utd1894530:2631
8Wolves1874713:1425
9Leicester1874731:3325
10Brighton1859417:1824
11Crystal Palace1958627:2723
12Aston Villa18711024:2822
13Southampton1949620:2921
14Brentford1855821:2520
15Everton1754821:2919
16Leeds1837818:3616
17Watford18411322:3613
18Burnley1618715:2411
19Newcastle19181019:4211
20Norwich City1924138:4210