Ein lætti at fáa hetta yvirstaðið

Formaðurin í umboðsráðnum hjá SEV sigur, at tað kennist sum ein lætti, at málið um stýrið og stjóraní SEV nú hevur fingið ein avgerð

SEV-fundur

Tórshavn: Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður hjá SEV, segði beint eftir umboðsnevndarfundin á Hotel Hafnia mánadagin, a tað kendist sum ein lætti, at ein avgerð nú var fallin í hesum drúgva málinum.
Hann vísti á, at tað var við smáum marginalum, at stýrið og stjórin vórðu sitandi. Kortini var alt ikki av enn, segði hann.
Nú skal eftir samtykt á umboðsráðsfundinum skrivast eitt hoyringsskjal, sum Klæmint Weihe, stjóri á SEV, skal hava til viðmerkingar, áðrenn ein kanning av embætisførslu hansara í málinum um Vágatunnilin verður settí verk, segði umboðsnevndarformaðurin.
Umboðsráðið samtykti við 38 atkvøðum fyri og 30 í móti at átala stjóran fyri embætisførsluna.
Hvat verður burtur úr hesi hoyringini, verður ikki at frætta fyrr enn á næsta umboðsráðsfundi, sum í seinasta lagi skal haldat í mei mánaða, segði Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum hjá SEV, beint eftir umboðsráðsfundin á Hotel Hafnia mánadagin.