Í »Sosialinum« nú 3. okt. hevur Áki Bertholdsen góðviljaður og ógvuliga væl endurgivið í høvuðsheitum tey brot, sum eg bar fram úr Hvalbiar skúlasøgu hugnakvøldið 23. sept. í Hvalbiar skúla.
Men nøkur mistøk eru komin fyri ? annaðhvørt havi eg verið mismæltur ella hevur teldan hjá Áka snávað ? lat tað nú fara!
Søgulig mistøk mugu vit rætta ? hóast tey í fyrstu syftu tykjast lítilsverd.
1. Skúlin í Nesi var ikki lagdur saman við Sandvíkar skúla í 1909, men í 1915, tá ið Sigrid Debes kom sum lærari. Og tá vóru 12 skúlabørn í Nesi, 21 í Sandvík og 88 í skúlanum har heimi í bygdini, og sum tann 66 ára gamli Óli Niklái Skaalum helt fram einsamallur sum lærari hjá til 1920.
2.Tað var ikki Óli Niklái sjálvur, sum keypti tey 19 bókabindini frá tí blinda Dímunnarbóndanum, men sonur hansara, Oluf.
3.Tey bæði árstølini 1978 og 1982 viðv. skúlanum í Garðsenni skulu sjálvandi vera 1878 og 1882.
Eg vil annars takka Áka Bertholdsen fyri tann ómak, hann hevur gjørt sær at lurta og skriva niður tað kvøldið.
Tórshavn, 5. okt. 1998
Johs. Andr. Næs