TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við formannin í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum, Róin Schrøter umframt løtuna, tá Leif Eliasen vegna ÍF fekk handað Fair Play steypið fyri at hava fægst kort í effodeildini í 2016.
Róin Schrøter staðfesti, at ÍF hevði tikið seg nógv saman í mun til 2015, tá teir vóru í hinum endanum á Fair Play yvirlitinum. Róin Schrøter heldur, at tað í tí stóra og heila hevur gingið væl at avgreiða landskappingina í ár.
Leif André Eliasen staðfesti, at tað var ein lítil hjá ÍF at fáa Fair Play steypið aftaná eitt minni gott kappingarár. Tó vísur Leif André Eliasen á, at tað hevur gingist væl hjá ÍF í øðrum deildum.
Nú verður takið hjá nevndini í ÍF at seta saman eitt lið, sum kann kappast við hini liðini í effodeildini komandi kappingarár.








