Ein lítil spurningur til Regin Hammer

   

Hóast vit hava borað, hava vit enn ikki funnið olju.
Oljuøkonomurin Regin Hammer hevur í seinastuni í bløðunum viðgjørt eina aðra boring. Hann hevur víst á, at ein sparing uppá kr 45 mió., sum nøkur hava pástaðið kann fáast við at knýta arbeiðið uppá tunnilin millum Øravík og Hov og arbeiðið uppá nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði saman, als ikki er ein verulig sparing, ella í mesta lagi ein sparing uppá einans kr tvær mió.
Regin tosar um stórar og størri óvissur, roknar grót um til pengar (og øvugt), diskonterar og ger ymist búskaparfrøðiligt við stórar steinar.
Nú vit tosa um teoretiska økonomi ætlaði eg at spyrja Regin, um nøkur teoretisk forðing er fyri, at vit veruliga innføra grót sum gyldugt gjaldoyra, møguliga bara í Suðuroynni. Eg kundi eisini spurt, hvørja ávirkan hetta vildi fingið fyri hansara pástand um, at pástandurin um kr 45 mió. í sparing ikki heldur.
Kanska koma mínir spurningar væl við hjá føroyskum oljuøkonomum, ? meðan vit bíða, meini eg.