Ein lítil heilsan til Jóanes Eidesgaard

formann Føroya Javnaðarfloks

Í kjakinum um tað føroyska fullveldið hevur tín støðutakan verið røtt - at allar broytingar í stýrisskipanini skulu gerast innan fyri ríkisfelagsskapin - og eru vit 75-80% av limum floksins sum taka undir við hesum, og eru tær takksamir herfyri.

Formaður Tjóðveldisfloksins stríðist øgiligt fyri fullveldinum, hann er hugsjónarmaður, og hoyrir tað ungdóminum til at seta sær høg mát, hóast hesi ofta ikki kunnu røkkast.

Men hetta kann harafturímóti ikki sigast um ein annan fyrrverandi politikkara, Jógvan Sundstein, sum í Sosialinum 4. mai mælir til at kvetta beinanvegin og at gera tað óansæð, hvussu stutt skiftistíðin er. Ongin argumentatión fyri serkønum monnum og ørskapi í hesum rína við hendan mann og tá ið hansara politisku kvalifikatiónir óivað hava verið á sama støði í 80?unum, har hann sat frammaliga í politikki, er tað ikki at undrast yvir, at allur búskapur her bleiv kollrendur. Við sínum úttalilsum sýnist tað, sum um hann ynskir okkum hesa somu lagnu einaferð enn. Ikki eru tað hugsjónir, men heldur undirlutakenslur, ið gartera í Jógvani Sundstein. Hetta skilja vit øll, sum sóu eina samsending Sjónvarp Føroya hevði við danskt sjónvarp fyri nøkrum árum síðani, har Kirstin Jacobsen fór við hesum manni, sum ein mamma tuktar ein óargaligan smádrong.

Kósin formaður Javnaðarfloksins leggur her, er tann rætta.


Leif Nolsøe, Sørvágur