Ein Løkke afturat upp í politikk

Bergur Løkke Rasmussen, sonur Sólrun og Lars Løkke Rasmussen, er farin upp í politikk. Frederiksborg Amts Avis skrivar, at tann 22 ára gamli Bergur er vorðin næstformaður í ungmannafelagnum hjá Vinstra í Søllerød. Sambært blaðnum hevur hann sett sær ein býráðssess í teirri lokalu kommununi sum næsta mál.

Bergur Løkke Rasmussen (vm. á myndini) sigur við Frederiksborg Amts Avis, at í tí aldri, sum hann er, hevur hann serliga áhuga fyri umstøðunum hjá teimum ungu so sum útbúgvingarmøguleikar, SU og frælsið hjá tí einstaka.

Hann ásannar, at tað hevur ikki altíð verið líka stuttligt at vera sonur ein forsætisráðharra, men at tað kortini ikki hevur forðað honum at velja ta politisku leiðina.