Sjálvsavgerðarrættur
Hetta er ein øgiliga løgin støða at koma í.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er ógvuliga bilsin av móttøkuni, sum fráboðan hansara í nýggjársrøðuni fekk, tá ið hann fortaldi tey tíðindi, at danska stjórnin hevur fráboðað St uttanríkispolitisku heimildarlógirnar.
Hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum, tí nú er tað staðfest í sjálvum ST, at sjálvsavgerðarrætturin liggur hjá føroyingum og ongum øðrum.
Men sum kjakið seinastu dagarnar hevur víst, er alt annað enn semja um tað, ikki minst hevur tjóðveldisflokkurin funnist harðliga at og hevur kallað hetta eitt tað størsta afturstigið fyri føroysku tjóðina.
Fyri tjóðveldisfólk átti sjálvsavgerðarrætturin at verið eitt heilagt mál og tað kemur púra óvart á meg, at júst tað júst skulu vera tey, sum eru ringast at sannføra og sum duga ringast at síggja, tað frambrot, sum hetta er, sigur løgmaður.
- Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn, at ilt eyga kann onki gott sjá.
Tað er eitt veldugt framstig fyri sjálvstýrisrørsluní í Føroyum, at vit nú hava fingið staðfest okkara sjálvsavgerðarrætt og at hesin sjálvsavgerðarrættur er fráboðaður ST.
Omanfyri allar aðrar lógir
Løgmaður minnir á, at í síni tíð samráddust tjóðveldisflokkurin við donsku stjórnina, men tær samráðingarnar strandaðu nettupp uppá spurningin um sjálvsavgerðarrættin.
Tað var tann 26. oktober í 2000, at danir noktaðu at viðurkenna føroyska sjálvsavgerðarrættin og tí slitnaðu samráðingarnar.
Nú megnaði hendan samgongan fyrst at danska forsætisráðharran at staðfesta sjálvsavgerðarrættin í eini felagsn yvirlýsing.
Tá frøddust Høgni Hoydal, men so broytti hann støðu og kom til ta úrslit, at hetta var týdningarleyst so leingi tað ikki varð fráboðað ST.
Jóannes Eidesgaard vísir, at nú er tað so fráboðað ST, men nú er tað heldur ikki gott, tú nú verður ivi sáddur um, hvat sjálvsavgerðarættur er.
Hann vísir á, at sjálvsavgerðarrættur er greitt defineraður. Tað er rætturin hjá føroyingum at avgera okkara egnu framtíð og tann rætturin er nú staðfestur í ST og kemur sostatt undir ST sáttmalan. Sostatt er hann eisini omanfyri bæði heimastýrislóg, grundlóg, uttanríkispolitiska heimildarlóg og allar aðrar lógir.
Varð hon avmarkað, hví skuldi hon so fráboðast ST? spyr løgmaður.
Løgmaður sigur, at tað tíð er torført hjá honum at skilja, at tjóðveldisfólk ikki vilja fegnast um hetta, men gera alt, tey kunnu, at tileinkisgera fráboðanina til ST.
At vit í løtuni hava ríkisfelagsskap og heimstýrislóg, er ein veruleiki, sum vit mugu góðtaka, men nú kunnu føroysingar sjálvir avgerða, nør og hvussu hendan støðan skal broytast










